Skip til útoyggjar mugu raðfestast fyrst

- Framtíðin á útoyggjunum sær bjartari út nú, um ein skal trúgva tí sum stendur í samgonguskjalinum, sigur Útoyggjafelagið. Umboðsráðsfundur varð hildin fríggjadagin og her var semja um, at vón er fyri framman. Men enn vantar nógv í!

Útoyggjar: - Másin er eitt gott skip, men er ikki hóskandi til krøvini í dag. Tað hevði ikki verið verri við einum nýggjum skipi, sigur stýrimaðurin umborð á Másanum, Sigvard Johannesen.

Sosialurin hitti hann ein vakran septemberdag í Fugloyarfirði, tá Másin hevði lagt enn ein túr frá landi av Hvannasundi fyri at røkja ferðasambandið hjá fugloyingum og svínoyingum.

Víst varð í greinini á, at hóast Másin er eitt gott skip í sjónum, er tað als ikki dagført til krøvini í dag, millum annað tí at hann gongur so seint.

Serliga á vetrartíð veit manningin at siga frá nógvum ringum túrum um Fugloyarfjørð, har tað hevur brotið í bæði borð, um ein so kann siga.

Sigvard er ikki einsamallur í hesi støðutakan síni og ynskjum sínum: Oyggjarfólkið ynskir somuleiðis eitt meiri hóskandi far til hesa siglingina. Og nú fáa tey so eisini stuðul frá teirra felagi – Útoyggjafelagnum.

Á fundinum fríggjadagin varð tí staðfest, at nógvir av trupulleikunum hjá útoyggjunum botna í vantandi undirtøku frá politiskari síðu.

- Orsøkin til hetta er hin einfalda, at innlitið og forstáilsið ikki er nóg stórt. Tí kann tað bara vera ein fyrimunur, at útoyggjarnar nú hava fingið eina talskvinnu inni í skipanini, ið kann tosa sakina hjá okkum, sigur felagið og vísir til nýggju løgtingskvinnuna, Olgu Biskopstø, sum hevur verið skrivari í felagnum.

Tann nýggja menningarætlanin og ætlanir um fleiri tiltøk á útoyggj eru viðurskifti sum hava stóran áhuga hjá felagnum.


Nýggj skip

Á fundinum fríggjadagin varð gjørdur ein listi yvir átrokandi mál, sum ynski eru um at fáa framd tey komandi árini.

Millum hesi evnini var útbyggingin av infrakervinum, sum skal gerast í eini greiðari raðfesting bæði á sjógvi og landi.

Nógv verður tosað um nýggjar tunlar og havnir, men fyri felagið hevur tað alstóran týdning at viðurskiftini innan samferðsluna á útoyggjunum ikki verða gloymd.

- Mest átrokandi er at fáa nýggj og hóskandi skip til Fugloyar og Svínoyarleiðina, Mykinesleiðina og Skúvoyarleiðina, staðfestir felagið.

Víst verður samstundis á tað neyðuga í, at Hestleiðin skal dagførast við fleiri túrum um dagin, eins og kannast skal nær tey nýggju skipini til Kalsoyar- og Nólsoyarleiðirnar gerast veruleiki.

Eitt annað mál, sum varð tikið fram var tørvurin á at fáa ein veg oman á lendingina í Mykinesi, nýggja havn í Skúvoy og at gera eina nýggja atløgu í Koltri.


Hestur má við

Nógva tosið um undirsjóvartunlar millum oyggjarnar hevur eisini stóran áhuga í Útoyggjafelagnum – serliga tann nógv umtalaði Sandoyartunnilin.

- Vit eru av teirri greiðu fatan, at Hestur skal knýtast upp í henda tunnilin, hóast hetta kemur at seinka ætlanini nakað, sigur felagið.

Eitt annað mál á sama borði er uppskotið um ein slíkan tunnil til Svínoyar – og møguliga eisini til Fugloyar.

Felagið sigur, at eru hetta ætlanir ið kunnu gjøgnumførast, eigur ein at arbeiða víðari við hesum.

- Men, sigur felagið. – Hetta skal tó ikki verða nýtt sum undanførsla fyri at ábøtur ikki verða gjørdar her og nú á hesi farleiðini, sigur umboðsráðið í Útoyggjafelagnum.







citat 1

“Nógvir av trupulleikunum hjá útoyggjunum botna í vantandi undirtøku frá politiskari síðu. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at innlitið og forstáilsið ikki er nóg stórt

(Útoyggjafelagið)