Skip stoyttu saman við Hongkong

Átta fólk doyðu, og 45 fingu skaða, tá ein ferja og eitt annað skip stoyttu saman úti fyri Hongkong í dag. Myndugleikarnir siga, at 120 fólk vóru umborð á teimum báðum skipunum, tá vanlukkan hendi. 53 fólk vórðu flutt á sjúkrahús.

Vanlukkan var við oynna Lamma tíðliga seinnapartin okkara tíð.

Tað er almennur frídagur í Hongkong í dag í sambandi við eitt hátíðarhald. Í tí sambandi var ein stór framsýning við fýrverki, og tíðindastovan RTHK skrivar, at fólk vóru farin umborð á eitt skip at hyggja at fýrverkinum, tá skipið stoytti saman við ferjuna, sum var í rutusigling.

Løgreglan dugir ikki at siga, hví tey bæði skipini stoyttu saman.