Páskadag tóku avstralskir hermenn seg umborð á eitt norðurkoreanskt farmaskip, eftir at skiparin hevði sýtt fyri at steðga.
Avstralsku myndugleikarnir siga, at tað 4.000 tons stóra farmaskipið Pong Su virkaði sum móðurskip hjá smáum bátum, sum verða nýttir til at smugla heroin til Avstralia. Myndugleikarnir vilja vera við, at skipið hevur fermt minst 50 kilo av heroini umborð á teir smáu bátarnar, sum síðani hava siglt tað til lands.
Norðurkoreanska skipið sigldi undir flagginum hjá lítla oyggjalandinum Tuvaiu, men øll manningin var úr Norðurkorea. Menninir sita nú í varðhaldi í Avstralia, og teir verða eftir øllum at døma vístir av landinum.