Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at teir hava nógv fólk úti í løtuni, sum hava ríkiligt at taka sær av, bæði í teimum størru og teimum smærru bygdunum við Skálafjørðin - heilt av Toftum inneftir Skálafjørðinum og úteftir vestara armi heilt út á Strendur.
- Higartil hevur talan mest verið um smærri skaðar á virkisbygningar, hús og hjallar, men á Skála hevur eitt skip slitið, sum hann væntar fer at reka inn móti Skálafirði.
Sunleiv Højgaard sigur, at teir fyri løtu síðan fingu fráboðan av Toftum, har eitt hvørt er hent við virkisbygninginum hjá Valhalla.
- Eg veit ikki við vissu, um tað er takið, sum hevur rivið - ella, um okkurt annað er áfatt. Tað er so nógv at fara eftir í løtuni, at sumt stendur í bíðirøð, og enn hava vit ikki verið úti á Toftum og kannað, hvussu vorðið er á Valhalla.
Tað sigur Sunleiv Højgaard, sum noyddist at fara, meðan Portalurin hevði hann í telefonini fyri løtu síðan.
...
Seinni í kvøld frættist, at ikki færri enn tríggir bátar, sum lógu uttaná hvørjum øðrum, hava slitið á Skála og reka inn eftir Skálafjørðinum.