Í tíðarskeiðnum frá 15. juni til 15. september í ár, skiftu føroysk fiskiskip yvir 20 BT eigara heilar 50 ferðir.
Í sama tíðarskeiði í fjør skiftu skip eigara 12 ferðir.
Tað upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður í Løgtinginum í morgun.
Hendrik Old, tingmaður, hevur spurt hann um, hetta, tí hann sigur, at í summar eru óvanliga nógvar sølur av fiskiskipum farnar fram.
- Í nøkrum fáum førum, er talan um vanligt eigaraskifti, heldur hann
- Men harumframt eru nógv skip seld aftur og fram. Sum skilst eru nógvar skipasølur hendar orsakað av tvørligum krøvum í makrelfiskiskapinum.
Hendrik Old staðfestir, at tað er heldur ikki ókeypis at selja somu skip fleiri ferðir.
- Fyri at fáa greiðu á, um tað eru órímilig krøv til makrelskipini, sum eru orsøkin til mongu skipasølurnar, verða hesir spurningar settir landstýrismanninum í vinnumálum, sum varðar av skipaskrásetingini.
Hendrik Old staðfestir, at undantikið tey stóru nótaskipini, vóru tað løgfrøðingar, sum keyptu og seldu skip, sum høvdu forvunnið mest av makrelinum í ár.
Helgi Abrahamsen, helt, at talið var órógvandi, tí talan er um fýra sølur um vikuna. Høgni Hoydal heldur, at einasta orsøk til, at hetta fór fram, er rætt og slætt tí, at samgongan hevur góðtikið tað.