Skip rendi á land í nátt

Ein árvakin løgreglumaður sat í nátt og fylgdi við á heimasíðu, sum vísir hvørji skip eru nærhendis Føroyar. Og tá varnaðist hann, at eitt skip var heldur nær við Kalsoynna og tá ringt verður til MRCC vísir tað seg, at rætt var – skipið var rent á land.





Vakthavandi á løgreglustøðini sigur við in.fo í morgun, at MRCC hevði radiosamband við skipið, sum sjálvt slapp víðari uttan hjálp.





Hendingin fór fram klokkan beint yvir 2 í nátt og hon hendi orsaka av ósketni á brúnni og eingin skaði stóðst av hendingini.