Bretsku myndugleikarnir vita í dag at siga, at eitt skip er rakt av einari rakett nærindis býnum, Aden í Jemen.
Tað er bretski felagsskapurin fyri maritimum átøkum (UKMTO), sum hevur fingið boðini um hendingina.
Sagt verður, at skipið, sum var statt á leiðini í ein landsynning úr Aden, er rakt í bakborðsíðu.
Sambært bretskum myndugleikum siglir skipið, sum higartil ikki er navngivið, undir flaggi hjá Marshall-oyggjunum.
Men, tað eru amerikanarar, sum sambært bretskum myndugleikum eiga skipið.
- Ógreitt er í løtuni, hvussu stór manningin er, og hvørjar skaðar skipið hevur fingið, skriva miðlarnir, NTB og Dagbladet.
Dagføring:
Nú skriva útlendskir miðlar, at eldur kom í, tá rakettin rakti, men lagt verður aftrat, at eingin av manningini hevur fingið løstir.