Skip og virkir í gongd aftur

Eyðfinnur Jacobsen, ein av bústjórunum í búnum eftir Faroe Seafood, sigur, at sáttmáli helst verður undirskrivaður í dag um leigu av seks skipum og nøkrum fiskavirkjum. Líkt er til, at teir seks ísfiskatrolararnir í Faroe Fisk 2 og nøkur av fiskavirkjunum, sum Faroe Seafood átti, koma í gongd aftur rættiliga skjótt.

Talan er um tey skip, sum vórðu løgd, tá felagið fór í Skiftirættin. Hetta eru skipini, Bakur, Stelkur, Rókur, Lerkur og Heykur og Falkur.

Eyðfinnur Jacobsen, ein av bústjórunum í búnum eftir Faroe Seafood, sigur, at ein ?aktørur? í føroysku fiskivinnuni hevur skotið upp ein leigusáttmála um leigu av hesum seks ísfiskatrolarunum, sum eru í felagnum Faroe Fish 2 - og nøkrum av virkjunum, sum lótu aftur, tá felagið varð sent Skiftirættinum.

- Nógv bendir á, at ein sáttmáli verður undirskrivaður í dag, sigur bústjórin.

Hann leggur kortini aftrat, at tað ikki er vist, at ein møguligur sáttmáli gerst virkin beinanvegin, tí møguliga skulu avtalur gerast við Fiskimálaráðið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um ávikavist skip og virkir.

Bústjórin vil ikki siga, hvør aktørurin er, men talan er um ein aktør, sum ynskir at leiga øll seks skipini og nøkur av virkjunum.

Hann vil ikki siga, hvussu nógv virkir talan er um, ei heldur hvørji tey eru, men talan er um ?nøkur? virkir, sum bústjórin tekur til.

Sum skilst á Eyðfinni Jacobsen bendir soleiðis mangt á, at seks skip og nøkur virkir verða leigað út til ein stóran aktør heilt skjótt - og kanska verður leiguavtalan longu undirskrivað í dag.

Hini skipini, sum Faroe Seafood átti part í, Jaspis, Ametyst og Edna, eru framvegis í vinnu.