Skip landa aftur á Toftum

Eftir at Landingarmiðstøð Føroya, sum hevði støð á Toftum og í Klaksvík, legði kongin nakrar vikur herfyri, er nú virksemi aftur á Toftum í morgun.

Tvey skip landa á Toftum í dag. Tey eru línuskipið Sigmundur, sum hevur umleið 120.000 pund undan Íslandi - og trolbáturin Búgvin, sum hevur 9000 pund undan Føroyum.

Fiskasløgini hjá Sigmundi eru hýsa, brosma, longa, toskur og eitt sløð av øðrum fiski. Meginparturin av veiðini hjá trolbátinum Búgvanum er upsi.

Niclas Davidsen sigur, at tað eru fólk, sum hava arbeitt á Landingarmiðstøð Føroya á Toftum og virkir í nærumhvørvinum, sum eftir avtalu við BankNordik hava latið landingarmiðstøðina á Toftum uppaftur í morgun.

- Vit halda, at tað hevur stóran týdning, at landingarmiðstøðin á Toftum letur uppaftur, og nú hetta er veruleiki, fegnast vit um tað.

Niclas Davidsen sigur, at tað er eitt felag undir stovnan, ið nú rekur virksemið á Toftum víðari - í fyrsta lagi fram til, at ognirnar verða seldar á tvingsilssølu.

- Ætlanin hjá okkum er at keypa virksemi, sum er á Toftum og reka tað víðari sum landingarmiðstøð. Hinvegin er tað ikki ætlanin hjá okkum, sum nú landa og skilja fisk aftur á Toftum, at lata landingarmiðstøðina í Klaksvík uppaftur, sigur Niclas Davidsen.