FISKIVEIÐA
Avtalan millum Føroyar og Grønland sigur, at veiðan av toski má ikki fara upp um 255 tons, meðan hjáveiðan av svartkalva og kalva kann verða upp til 275 tons. Umframt kvoturnar í Eysturgrønlandi hava Føroyar eina kvotu av svartkalva upp á 100 tons í Vesturgrønlandi.
Tað sigur Fiskimálaráðið, sum hevur lýst kunngerð, ið ásetir, hvørji skip kunnu fáa loyvi at fiska botnfisk í Grønlandi.
- Treytin fyri at sleppa til Eysturgrønlands er, at skipið hevur fiskiloyvi til botnfisk í føroyskum sjógvi. Haraftrat hava tey skip fyrimun, sum árini 2006-2010 hava fiskað mest av botnfiskakvotunum í Eysturgrønlandi, ið Føroyar hava í avtaluni við Grønland.
Fiskimálaráðið vísir á, at í avtaluni við Grønland er ásett, at í mesta lagi trý skip kunnu royna í Eysturgrønlandi í senn.
- Tí er talið av fiskiloyvum í fyrsta umfari avmarkað til trý skip.
Lagt verður aftrat, at treytin fyri at fáa svartkalvakvotuna í Vesturgrønlandi er, at skipið hevur fiskað svartkalva har sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland í tíðarskeiðnum 2006-2010.
Eingin ES-avtala
Undanfarin ár hava Føroyar í fiskiveiðiavtaluni við ES havt kvotur av rækjum, svartkalva og kongafiski í Grønlandi.
- Í ár er eingin avtala gjørd við ES, tí tey tvinna fiskiveiðiavtaluna saman við ósemjuni um makrelin og vilja ikki gera nakra avtalu við Føroyar, fyrr enn makrelspurningurin er loystur.
Fiskimálaráðið sigur, at umsóknir um loyvi at fiska botnfisk í Grønlandi í 2011 skulu verða ráðnum í hendi innan týsdagin 31. mai 2011 klokkan 15.00.
- Skip, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum, verður lagt aftrat.
- Kunngerðin um veiði eftir botnfiski við fiskiførum undir
føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2011 er lýst í Kunngerðablaðnum og er tøk á www.logir.fo.