Farmasigling
?Hetta fer at føra við sær, at skip fara at verða kroyst úr føroyska farmaflotanum.
Árni Joensen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip er alt annað enn nøgdur við sáttmálan, sum varð gjørdur við Skipara- og Navigatørfelagið leygardagin um um navigatørarnar við farmaskipum.
Árni Joensen sigur, at tað var ógvuliga óheppið, at ongin sáttmáli fekst fyri vaktar- og veitaraskipini.
?Avleiðingin av sáttmálaloysinum er, at tað liggur fast, at eitt veitaraskip, sum skuldi koma undir føroysk flagg, ikki kemur kortini.
? Samstundis er tað alt, sum talar fyri, at eitt annað skip eisini verður kroyst úr flotanum og fer undir útlendskt flagg, tí er ongin sáttmáli, fáa tey ikki siglt undir føroyskum flaggi .
Hvat viðvíkur teimum smærru skipunum, dugir Árni Joensen ikki at meta um, hvat hendir.
? Tey hava siglt í fleiri ár við ongum sáttmála og spurningurin er, um tað er neyðugt við sáttmála. Men vit hildu, at best var at fáa skipað viðurskifti á økinum. Tað gekk ikki og nú er óvist, hvat hendur.
Hækkar ov nógv
Annars sigur Árni Joensen, at nýggi sáttmálin fyri tey vanligu farmaskipini ger, at kostnaðarstøðið hækkar alt ov nógv.
? Vit síggja tann nýggja sáttmálan sum eina stóra hóttan ímótai føroyskari farmasigling. Inntøkurnar hjá vinnuni hækka ikki fyri tað um hýrurnar hækka, tí marknaðurin betalir ikki hægri farmagjøld til føroysk skip, enn hann betalir fyri onnur skip. So tá ið hýrurnar hækka, verður bara minni eftir til onkran annan.
? Samstundis er kappingin sera hørð á økinum og vit kappast við eina útlendska vinnu, ið fær nógv størri studning enn vinnan í Førooyum fær.
?Skipara- og Navigatørfelagi leggur eitt krav fyri okkum um at fáa hýrurnar upp á danskt støði. Men danska DIS skipanin ber nógv størri studning í sær enn tann føroyska FAS skipanin. Sostatt ber ikki til at samanbera støðuna treytaleyst, tí í Føroyum er ongin til at betala gloppið, sum er ímillum studningin í DIS skipanini og tann í FAS skipanini.
Men Árni Joensen sigur, at tað er ein politiskur spurningur, sum hann onga ávirkan hevur á.
Meta um støðuna
Hann er heldur ikki samdur í hýrurnar í Føroyum eru á lægri støðið, enn tær eru uttanlands.
? Hýrurnar í Føroyum eru fult á hædd við hini norðanlondini og í summum førum hægri. Sjálvsagt finnast hýrur onkustaðni, sum eru hægri, men tað eru sanniliga eisini nógvar, sum eru lægri.
Hann sigur, at støðan í Føroyum ber í sær, at tey, sum hava møguleika at koma undir føroyskt flagg, gera tað ikki, tí so koma tey aloftast undir eitt hægri kostnaðarstøði, enn tey eru á nú.
? Og at fara undir útlendskt flagg, kunnu øll føroysk skip gera, um tað verður óliviligt í Føroyum.
? Tað eru metingar, sum hvør einstakur má gera sær.
Er tað so vandi fyri, at skipini hjá Skipafelagið fær undir útlendskt flagg?
? Tað er ikki ein spurningur, sum vit hava viðgjørt, ella hava tikið støðu til. Men vit eru í harðari kapping, har tað ikki er rúmd fyri ov stórum hækkingum. Vit hava farmaflutning á vinnuligum grundarlagi og tað skal sjálvsagt kasta nakað av sær. Tí mugu vit altíð meta um tær treytir, vit hava at virka undir, tí viðskiftafólkini vilja ikki betala okkum hægri farmagjald fyri tað um okkara kostnaðarstøði er hægri. Og at fara undir útlendskt flagg, er ein møguleiki, sum øll hava, sigur Árni Joensen