Skip hjá Watson tikið í Kanada

Skipið R/V Martin Sheen, sum felagsskapurin Sea Shepherd eigur, hevur verið afturhildið av kanadiskum myndugleikum í tveir dagar, meðan skipið og ørindini hjá tí vórðu kannað.

Tað vóru kanadiski tollmyndugleikar, sum tóku ímóti R/V Martin Sheen, tá ið skipið kom í kanadiska havn leygardagin. Skiparin og manning vóru avhoyrd, og passini vóru tikin frá teimum.

Kanadisku myndugleikarnir vildu vita, hvørji ørindini hjá R/V Martin Sheen vóru í Kanada, og hvør skuldi vera umborð á skipinum. Skiparin, sum førdi R/V Martin Sheen til Kanada, segði seg einki vita um tað. Hann hevði bara siglt skipið til Kanada. 

Sea Shepherd hevur alment boðað frá, at R/V Martin Sheen skal vera partur av einari sonevndari granskingarverkætlan av villum laksi á kandisku vesturstrondini. Sea Shepherd førir fram, at villi laksurin er í vanda, tí hann hann verður smittaður við sjúkum frá aldum laski. Lívfrøðingurin Alexandra Morton skal leiða kanningarnar av villa laksinum.

Eftir at hava afturhildið Sea Shepherd skipið í tveir dagar, lótu kanadisku myndugleikarnir skipið sleppa at sigla í kanadiskum sjógvi. Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd førir fram, at R/V Martin Sheen hevur tvær ferðir áður gjørt kanningar í kanadiskum sjógvi og hevur ikki framt nakað lógarbrot. Hann heldur, at mynguleikarnir tola ikki, at samband verður sett sett millum sjúkur hjá villum laksi og aldan laks.