Skinkurullukøka

Mín besta uppskrift er teigur í Vikuskiftis Sosialinum har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift. Prentaðar uppskriftir fáa eitt gávukort á 300 kr frá Thomas Dam Búnýti

Botnur:

5 dl av mjólk

2 spk av sukri

2½ spk av oregano

1 tsk av salti

1 tsk av bakipulvuri

2½ dl av mjøli

4 egg

Píska egg og sukur fyrst, rør síðan mjøl, bakipulvur, oregano, salt og mjólk í.

 

Bakast í skuffu við bakipapíri á.

180-200 hitastig í umleið 30 minuttir.

 

Fylla:

Smyr 18% súrróma á botnin tá hann er kólnaður.


Legg á botnin:

1 pk av skinkustrimlum

4 kókaði sundurskorin egg

3 tomatir í tern

½ agurk skorin smátt

½ lítlan leyk skorin smátt

 

Krydda við sitrónpipari

 Rulla saman og lat gjarna standa kalt í eina nátt áðrenn borðreitt verður. So er rullan fastari og betri smakkar.


Uppskrift: Andrea Reynstind