Vit mugu hava nýggjar vinnur. Sum flest øllum kunnugt havi eg seinastu árini arbeitt við skinkum og ostum og vísa okkara royndir at ostar og skinkur sum hava hingið eitt ár í vanligum hjalli verða til fyrsta flokks framleiðslur og sum tað eru sera stórur marknaðir fyri bæði her heima og uttanlanda. Øll sum hava roynt og smakkað hesar skinkur og ostar duga at síggja hvussu stórir møgulleikar eru í okkara veðurlagi til slíkar framleiðslur.
Royndartíðin er lokin og verður nu fyrireikað vinnulig framleiðsla og útflutningur.
Vit mugu granska. Granska í okkara íløgum og tilfangi og er tað sera kærkomið at nýggja “Granskingarlundin” hjá Vinnuframa letur upp í næstum. Vit fara at hoyra nógv til hetta óføra tiltak í komandi tiðum.
Eisini fara vit skjótt at frætta nógv meira um ætlan í Havn við sjóarfallsorku í samvinnu við útlendingar. Eg tori at profitera at um 10 ár er orka størsta útflutningsvinna hjá Føroyum (olja, gas, vindur, sjóarfallsorka).
Tað eru nógvir møgulleikar, tað er bert at fara í gongd. Komið eg í Býraði vilja eg og Tjóðveldi í stóran mun stuðla øllum slíkum realistiskum verkætlanum og fáa tær at bera á mál.
Tu nýtist kortini ikki at verða granskari fyri at staðfesta at Tjóðveldið er rætta valið týsdagin !










