Verkætlanin hjá Símuni Gullaksen og Johan Mortensen við skinkum í Hattarvík gongur sum ætlað. Nú eru tær 18 skinkurnar fult saltadar og hanga uppi í Hattarvik.
Í summar verða skinkurnar fluttar oman í ikoniska Bakkahjallin at hanga fram til summarið 2026. Tá verða tær partur av matarskránni á vælumtókta tiltakinum, Floksmannadegum í Hattarvík.
Vektin á skinkunum liggur um 12 kilo og soleiðis, sum myndirnar her vísa, sær hetta ógvuliga spennandi út.
Í ár verður Floksmannadagurin hin 29. juni, sum sjálvandi er ein leygardagur. Hetta er ein serstøk mat-og mentanaruppliving, sum hevur stóran áhuga millum fólk.
Floksmannadagurin byggir á søgnina um teir tríggjar floksmenninar, Hálvdan Úlvsson, Høgna Nev og Rógva Skel.
##med2##
Í gamlari tíð ætlaðu teir sær at taka valdið í Føroyum, men endin hjá teimum var, at teir noyddust at gjalda við lívinum.
Endin hjá floksmonnunum var sambært søgnini, at teir vórðu førdir niðan á Valaknúk í Eysturoy, har teir vórðu stoyttir oman og grivnir í lendinum niðanfyri.
Á Floksmannadegnum verður greitt frá søgnini, og her verður eisini gingið niðan á Eystfelli, um fólk hava hug og orku til tað.
##med3##
Íverksetarin, Johan Mortensen, sær stórar møguleikar á útoyggj, men til tess krevst, at her eru dugnalig fólk við góðum hugskotum, sum eitt nú hjúnini, Símun og Jastrid Gullaksen, hava.
##med4##