Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er fegin um at varastatsadvokaturin hevur slept ákærunum móti honum um mutur, sum Suni á Dalbø, fyrrverandi nevndarlimur í Vinnuframagrunninum førdi fram móti løgmanni og Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum.
- Satt at siga skilti eg ongantíð, hví eg varð meldaður. Eg havi ongantíð havt nakað serligt við Vinnuframagrunnin at gera, sigur løgmaður. Hann greiðir frá, at grunnurin ikki er hansara málsøki og tí hevur hann ongan serligan kunnleika til, hvussu grunnurin virkar ella hvat er farið fram í grunninum.
- Eg haldi, tað er langt úti, at ein kann vera meldaður á hendan hátt, uttan víðari, men eg eri sum sagt fegin um, at ákærurnar nú eru sleptar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.