- Eg hugsaði oh my god, er tað nú, at eg ikki komi víðari? Er tað nú, at tað endar? So hugdi eg at pápa mínum, og sá á honum, at hann hugsaði: á nei, hvat hendir her? Tað var bara heilt svakt. Mítt hjarta dukaði heilt svakliga hart og eg var bangin fyri, at eg skuldi svíma. Eg kláraði slett ikki skilja, hvat tað var sum hendi. Men so fekk eg tíbetur boðini um, at hetta ikki var endin
Tað sigur 22 ára gamli X-factor luttakarin Sigmund Trondheim um løtuna fríggjakvøldið, tá hann stóð einsamallur eftir á pallinum saman við Oliver og Anne Mette & Tomas.
Sigmundur Trondheim er føddur og uppvaksin í Danmark og hevur búð meginpartin av lívinum í eini lítlari bygd í Vesturjútlandi, men er í løtuni í búsitandi í Aarhus. Mamman er donsk, men pápin er argjamaðurin Oddur Trondheim, ið sum tjúgu ára gamal flutti til Danmarkar og fann kærleikan. Sum við so nógvum øðrum føroyingum, merkti tað, at hann aldrin vendi heim aftur at búgva, men hevur familjan verið á vitjan í Føroyum á nærum hvørjum ári síðan.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Sigmund Trondheim í Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.