Hvør er skilnaðurin millum samgongu og andstøðu? Tað liggur nær at spyrja eftir orðaskiftið um løgmansrøðuna. Flestu tingmenn uttan mun til heimstað í samgongu ella andstøðu hildu, at røðan í ár var øðrvísi enn løgmansrøður flest við tað, at hon í stóran mun snúi seg um framtíðina. Ásannað varð av teimum flestu, at neyðugt er við einum langtrøkkandi politikki. Tað var yvirhøvur tikið væl undir við visiónum landsstýrisins, men funnist varð eisini at hesum, at dagsins trupulleikar høvdu ov lítla rúmd í røðu løgmans. Fleiri hildu, at tað hevði verið skilagott at havt viðgerð av løgmansrøðu og framtíðarvisiónum fyri seg. Ásannast má, at nakað er um hesa atfinning. Hinvegin eigur løgmaður mikið rós uppiborið fyri at hava sett alheimsgerðina og framtíðina á dagsskránna. Hetta varð gjørt í tøkum tíma og átti at havt verið fyri fleiri árum síðan.
Ein skilnaðurin millum andstøðu og samgongu undir orðaskiftinum var, at andstøðan, tó ikki Sjálvstýrisflokkurin, helt ikki, at ein kundi umrøða framtíðarætlanir, uttan at Føroyar fyrst hava fingið fullveldi. Hildið varð fram, at tað gav onga meining at hava visiónir og at leggja ætlanir, um ein ikki var harri í egnum húsi. Í hesum sambandi fingu yvirtøkulóg og uttanríkspolitiska heimildarlógin toyggið. Samgongan hinvegin vísti á, at vit nú við lógunum, sum komu í gildi ólavsøkudag, sjálvi gera av, nær ið vit taka fullveldi. Henda vagerð liggur nú hjá okkum føroyingum og ongum øðrum. Eisini var víst á, at ein kann ikki halda uppat við at reka politikk, meðan bíðað verður eftir fullveldinum.
Ein annar skilnaður snúi seg um einskiljingarnar ella privatiseringarnar av almennum fyritøkum. Her var ikki bert skilnaður millum andstøðu og samgongu. Her hómaðist eisini ein skilnaður millum samgonguflokkar og eisini innanfloks í ávísum flokkum. Í fylgiskjølunum til løgmansrøðuna er ein tíðarætlan fyri einskiljingarnar. Sambært hesa eru allar almennar fyritøkur vorðnar einskildar í 2008. Tey, sum vóru í iva um einskjlingar, vístu á, at her ber ikki til at skera alt yvir ein kamb. Her mugu samfelagslig atlit takast í hvørjum einstøkum føri. Tað var eisini víst á fyritøkur, sum als ikki kunnu einskiljast, um tikin skulu verða neyðug samfelag- og almannagagnlig fyrilit. Hesi vóru sera áhugaverd sjónarmið, sum avdúkaðu, at síðsta orðið um einskiljingarnar er ikki sagt.
Hesin parturin av orðaskiftinum vísti eisini, at spurningurin um einskiljingarnar er akilleshælur samgongunnar. Finnur samgongan ikki stevið her, so fær hon parlamentariskar trupulleikar. Tí má løgmaður skjótast møguligt finna tær politisku neyðsemjur, sum skulu til fyri at loysa hetta málið politiskt. Hetta er eitt hitt størsta politiska málið í nýggjari tíð og hartil er tað sera trupult. Sjálvtektin í Føroyagrunninum hevur ikki gjørt tað lættari ei heldur styrkt álitið. Tað má tí skjótast finnast ein haldgóð politisk loysn, sum meginparturin av Føroya fólki tekur undir við. Her er jú talan um virði, sum eru skapað og fingin til vega við fólksins skattapeningi, tá alt á sinni rapaði. Hetta hava fólk ikki gloymt, og tí er tað ein spurningur um politiskt lív ella deyð fyri løgmann og hansara samongu at finna eina loysn, sum ein breiður meiriluti av veljarunum kann góðtaka.










