Richard Danielsen,
Fuglafirði
Ja, vit hava hoyrt um, hvussu skipini ikki hava ráð til at gjalda hesa olju, tí hon er vorðin so ógvuliga dýrur postur í tí dagliga rakstrinum, summi skip liggja tí tað loysir seg ikki at fara út at fiska. Og tá gjalda skipini ikki avgjaldið, og tað er teimum væl unt.
Man ikki mangur við mær undrast yvir, at á hesa so dýru olju verður áhaldandi lagt hetta stóra avgjald á húsarhaldini. Man skuldi trú, at tað skuldi verið øvugt, men so er ikki. Nei, tað var soleiðis herfyri at avgjaldið minkaði, tá ið oljuprísurin hækkaði, men hetta broyttu okkara fólkavaldu menn, soleiðis at nú ríkur prísurin uppeftir. Hvat hugsa hesir menn fyri sær. Tað haldi eg ikki er ein órímiligur spurningur men heldur ógvuliga viðkomandi.