Skilja væl at leirvíkingar hava mist tolið

- Men tað kemur ikki upp á tal, at teir sleppa at steingja Norðoyatunnilin, eru politikarar samdir um

- Tað kann ikki koma upp á tal, at leirvíkingar sleppa at steingja Norðoyatunnilin.

Tað staðfestir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini hevur evstu politisku ábyrgdina av tunlunum.

Bygdaráðið í Leirvík hevur fyribils noktað at leingja fyribils loyvið til at lata bilar sleppa at koyra ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin.

Loyvið gongur út á nýggjárinum og Leirvíkar Bygdarráð hevur noktað at leingja loyvið og vil ikki taka málið upp aftur, fyrrenn Løgtingið hevur samtykt eina endaliga loysn á vegaføringini í Leirvík í sambandi við tunnilin.


Skilja væl leirvíkíngar

Hetta hevur loypt hvøkk á politisku skipanina.

Ein fyrispurningur til fleiri politikarar í gjár avdúkar, at teir skilja væl, at leirvíkingar hava mist tolið, tí hóast tosað hevur verið um tað í sjey ár, er enn ongin loysn funnin á vegaføringini í sambandi við Norðoyatunnilin.

Men politikarar eru eisini á einum máli um, at tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at leirvíkingar sleppa at seta tiltøk í verk, sum í veruleikanum førir við sær, at tunnilin verður stongdur.

Hesum er landsstýrismaðurin á økinum, Bjarni Djurholm fullsamdur í.

- Tað ber slett ikki til, at tunnilin verður stongdur, staðfestir hann.

Hann sigur, at ber onki annað til, hevur landsstýrið tríggjar møguleikar. Ein máti kann vera at klaga avgerðina hjá bygdaráðnum fyri innlendismálaráðnum, men tað kann taka drúgva tíð at viðgera eina slíka kæru.

Ein annar møguleiki er at fáa Løgtingið at samtykkja eina lóg, sum noktar leirvíkingum at steingja tunnilin, men eisini tað skal ganga skjótt fyri seg.

Og ber onki annað til, kann landstýrið í ringasta føri heita á rættin um at seta leirvíkingum fútaforboð ímóti at steingja vegin.

Men Bjarni Djurholm sigur, at fyrst má politiski myndugleikin gera alt, sum stendur í síni makt at loysa málið við góðum.

- Vit mugu beinanvegin taka upp samband við Leirvíkar Bygdarráð fyri at vita akkurát, hvussu málið liggur og, hvørjar treytirnar eru fyri at leingja fyribils loyvið til at binda í vegin í Leirvík.

- So mugu vit taka upp samráðingar við bygdaráðið og vit mugu finna eina loysn, tí tað má undir ongum umstøðum koma hartil, at tað ikki verður koyrandi ígjøgnum tunnilin.

Hann bæði væntar og vónar, at samráðingar fara at føra eina loysn.


Kunnu byrja skjótt

Annars vísir Bjarni Djurholm á, at Løgtingið hevur longu samtykt at gera veg niðri í bygdini og hann verður gjørdur næsta ár, segði Bjarni Djurholm fyri Rás 2 í gjár.

- Vil Leirvíkar Bygdaráð hava eina skjóta loysn, er bara at lata Landsverk sleppa ígongd, legði hann afturat.

Vegurin ígjøgnum Leirvík hevur annars verið eitt fløkt mál. Einaferð ætlaði landsstýrið at gera vegin omanfyri bygdina, men tað var ongin undirtøka fyri tí, sigur Bjarni Djurholm. So gjørdi politiski myndugleikin bygdaráðnum í Leirvíkingum eftir vild og samtykti at gera ein veg niðri í bygdini. Men nú hevur bygdaráðið broytt støðu og vil nú hava veg omanfyri bygdina.

Bjarni Djurholm staðfestir, at løgtingið samtykkir ta loysn, sum tað vil, men sjálvur heldur hann, at vegurin ígjøgnum bygdina, sum ætlanin er at fara undir, er tann frægasta loysnin, segði hann við Rás 2 seinnapartin í gjár.