Skilja trupulleikan - men gera einki

Samgongan hevur ikki ráð til at játta Strandferðsluni 1,8 milliónir, so at hon eisini siglur langa fríggjadag, páskadag og jóladag


Tað sigur samgongan, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg um at skipini hjá Strandferðsluni skulu sigla hvønn dag í árinum og sostatt eisini langa fríggjadag, páskadag og jóladag, har skipini annars liggja

 

Umboðini fyri samgonguna í Vinnunevndini, Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Janus Rein,  skilja tørvin

 

Men tilsamans fer taå at kosta 1,8 millión, og hesa upphædd hevur Strandferðslan ikki.

 

- Tí eru tvinnir møguleikar, antin verður játtanin til Strandferðsluna hækkað, ella verður túratalið lækkað.

 

Men samgongan er ikki fyri at lækka túratalið, so einasta loysnin er at játta fleiri pengar.

 

Tey siga, at vinnumálaráðið, og fólk, til dømis úr Sandoy, arbeiða fyri at finna eina loysn upp á siglingina hesar dag, men tað er óvist, nær ein loysn er funnin.

 

Meirlutin sigur eisini, at fíggjarligu umstøðurnar, Strandferðslan er komin í, eftir at Teistin fekk skaða, eru so álvarsligar, at ein loysn má finnast alt fyri eitt.

 

Tann trupulleikin skal takast fram um alt annað og tí tekur samgongan ikki undir við at játta Strandferðsluni 1,8 millión afturat, so at skipini eisini kunnu sigla langa fríggjadag, páskadag og jóladag.

 

Umboðini fyri andstøðuna í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen Kári P. Højgaard, halda, at tað er einki minni enn ein sjálvsagt, at ferðasamband er millum oyggjarnar allar dagar í árinum.

Tey vísa á, at Strandferðslan kann sigla eftir eini skerdari ferðaætlan hesar dagarnar fyri at gera tað nógv bíligari.

 

Í 2014 ber ikki til at verja, at fleiri túsund føroyingar ikki sleppa av ella til oyggjarnar allar dagar, eisini júst til hesar hátíðir, har hugurin at ferðast og vitja familju og vinir er stórur, siga tey í andstøðuni.

 

Tað kann heldur ikki verjast, at fólk í oyggjum, sum ikki hava fast samband, noyðast av oynni tveir dagar frammanundan, at tey skulu við flogfari av landinum dagin eftir halgidagarnar, sigur andstøðan.