Skilja ikki limirnir sundir í ymsar bólkar

Starvsmannafelagið er ikki áhugað í at finna eina serliga skipan sum ger, at strandfaraskipini ikki aftur verða rakt av arbeiðssteðgi. Maskinmeistarafelagið sigur, at skulu teirra limir missa verkfalsrættin, verður tað ikki ókeypis

Arbeiðssteðgur og Strandferðsla

Sáttmálaøkið hjá Starvsmannafelagnum er ein heild og vit ætla ikki at býta limir okkara sundurí bólkar við ymsum rættindum.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum er lítið hugaður at ganga ynskinum hjá landsstýrinum á møti um at finna eina serliga skipan so at skipini hjá Strandferðsluni ikki longur verða umfatað av arbeiðssteðgi.
Hann sigur, at politikarar hava eisini eina ábyrgd fyri at hava skipað viðurskifti á árbeiðsmarkaðinum, men í samráðingunum hesuferð løgdu teir nettupp upp til tað øvugta, bæði við at almannakunngera frammanundan, at ongin lønarhækking skuldi vera og við at hótta við at fáa løgtingið at leggja upp í.
At arbeiðssteðgir raka ymisk øki í samfelagnum og at teir raka hart summastaðni, er júst ætlanin fyri at fáa eina skjóta loysn og tað eru spælireglarnar.
Gunnleivur Dalsgarð er samdur við landsstýrið í, at tað er ein mannarættir at kunna ferðast um firðir og sund, eins og ígjøgnum tunlar og eftir vegum.
Tað hava vit minst líka stóran áhuga í og tað verður ikki ein trupulleiki, fyrrenn sáttmálaloysi er og tað eru reglarnar.
Gunnleivur Dalsgarð leggur kortini afturat, at enn hevur hann ikki sæð eitt útspæl frá landsstýrinum og tí vil hann ikki siga, um felagið er sinnað at fara í samráðingar um eina aðra skipan.
Tað havi eg ongar viðmerkingar. Hann vil fyrst síggja eitt útspæl frá landsstýrinum, áðrenn hann sigur meiri um tað.
Vil onkur tosa við okkum um ymisk viðurskifti, eru vit sinnað at tosað, tí tað eru vit altíð
Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur stutt, at hann hevur ikki sæð nakað útspæl frá landsstýrinum og tí ber ikki til at siga nakað um tað.
Men hann leggur kortini afturat, at skulu limir í maskinmeistarafelagnum siga verkfalsrættin frá sær, skulu teir hava okkurt afturfyri, tí tað verður ikki ókeypis.