Skilja ikki framferðina hjá Anniku Olsen

Hetta fer at skapa líka nógvar trupulleikar, sum tað loysir.

Tað sigur Kommunusamskipan Føroya, KSF, um eina nýggja kunngerð Annika Olsen ætlar at seta í gildi um viðurskiftini á røktarheimum og eldrasambýlum framyvir.

Eitt nú er ásett í kunngerðini, hvussu stór tey skulu vera og hvussu nógv pláss, hvørt einstakt búfólk skal hava.

Almannamálaráðið hevur heilar fimm ferðir áður roynt at seta hesa kunngerðina í gildi, men hevur ongantíð fingið undirtøku fyri tí.

Tí skilir KSF ikki, hví ráðið nú roynir fyri sættu ferð - samstundis sum ráðið heldur fast við, at eldraøkið skal leggjast kommununum 1. januar 2014.

Eftir ætlan skal kunngerðin setast í gildi 1. september, ella fýra mánaðir áðrenn eldraøkið skal gerast kommunalt.

Við øðrum orðum skal ein heilt nýggj skipan setast í september, sum allarhelst longu verður avtikin aftur á nýggjárinum, tá ið ætlanin er at kommunurnar skulu yvirtaka økið.

At Almannamálaráðið ætlar at gera so kollveltandi broytingar í eini skipan, sum ráðið er í ferð við leggja til kommunurnar, er óskiljandi, heldur KSF.

Eftir kunngerðini er ætlanin at savna og samskipa upptøkuna á eldraøkinum og at fáa eina meir einsháttaða eldrarøkt kring landið.

- Samstundis verður arbeitt við at leggja eldraøkið út til kommunurnar við tí aðalmáli, at kommunurnar kunna skipa eldraøkið eftir staðbundnum viðurskiftum.

- Í hesum sambandi skal ein eldralóg gerast, sum júst skal tryggja kommunum virkisfrælsi at skipa økið eftir egnum tørvi.

- Sostatt verður arbeitt við at miðsavna og einshátta, samstundis sum arbeitt verður við at desentrailera og skapa karmar fyri alternativum loysnum, sigur KSF og heldur at tað er ”ein fullkomin andsøgn”.

KSF heldur tí, at ætlaða kunngerðin fer at skapa eins nógvar trupulleikar, sum hon loysir, umframt at hon er grundleggjandi í andsøgn við arbeiðið at leggja eldraøkið til kommunurnar.

Tí heitir Kommunusamskipan Føroya rætt og slætt á á Almannamálráðið um taka kunngerðina aftur.