Rasisma er ein vaksandi trupulleiki í fótbólti, og mong tiltøk vera gjørd fyri at tálma trupulleikanum. Mest serliga hugskotið man tó koma frá ukrainska stórfelagnum Dynamo Kiev.
Leiðarin á leikvøllinum hjá Dynamo Kiev hevur skotið upp, at egin pláss vera sett av til littar áskoðarar, fyri at minka um trupulleikarnar frá rasismu.
Hugskotið kemur, eftir at fýra littir áskoðarar vóru álopnir undir dystinum millum Chelsea og Dynamo Kiev í farnu viku.
Óvist er tó, um hugskotið verður til veruleika, tí tó at tað kanska tálmar ófriði millum áskoðarar, so høvdu millum annað mannarættindafelagsskapir og -dómstólar harðliga mótmælt eini slíkari ætlan.
Dynamo Kiev fær væntandi eina harða revsing frá UEFA fyri harðskapin í samband við dystin móti Chelsea.