Borgarstjórar
Hatta er ikki ein spurningur, sum vit hava vent í bygdaráðnum her hjá okkum. Men eg dugi væl at fylgja Napoleon í tí, sum hann førir fram.
Soleiðis sigur Jákup Suni Lauritsen, sum er borgarstjóri í Sørvági.
Hann heldur, at hetta tó eisini hongur saman við, at tá tú stillar upp til val, so kennir tú eisini tær fortreytir, sum eru galdandi.
Eg visti jú av, hvørjar treytir vóru galdandi, áðrenn eg tók við sessinum, og tí eri eg eitt sindur ivasamur í, hvørt tað er rætt, at eg sum borgarstjóri skal leggja hetta fram. Og tað er kanska eisini nakað av idealismu í hesum. At tú onkursvegna tekur hetta sum eitt slag av værneplikt, um eg so má siga.
Men eg eri annars púrasta samdur í málinum. At arbeiða meira enn fulla tíð fyri hálva løn er sjálvandi ikki nøktandi í longdini. Og skalt tú hava bara parttíðar starv við síðuna av hesum, verður tað sera trupult at fáa tíðina at røkka, sigur hann.
Ein grundleggjandi spurningur
Meira grundleggjandi, so metir Jákup Suni, at tað er ein spurningur, hvørt talan er um nøktandi stýring av kommununi ella ikki.
Hóast pengar sjálvandi skulu til, um tað skal vera nøktandi at arbeiða soleiðis, so haldi eg spurningin vera meira grundleggjandi enn sum so. Eg haldi, at bygdaráðini sjálvi eiga at seta sær spurningin, hvørt kommunan verður stýrd nøktandi við einum borgarstjóra í hálvum starvi ella ikki. Ikki fyrr enn tann spurningurin er viðgjørdur, ber til at taka støðu til, hvørt talan skal vera um fulla tíð ella ikki.