46 ára gamli Evander Holyfield ger leygardagin comeback í boksiringinum, tá hann fer í dyst móti russiska risanum, Nikoali Valuev. Og um ikki annað hevur hann vakt ans við útsagnum sínum undan dystinum. – Hann vildi ikki tapa móti mær eina ferð afturat, og tí vildi hann heldur verða diskaður, sigur Holyfield um dystin frá 1997, sum enn man standa púra feskur í minninumhjá flestu boksiáskoðarunum.










