Birita Arge undrast á, at Tórshavnar Býráð í gjár samtykti at skuldarbinda seg langt inn í framtíðina við Skansabryggjuni.
- Um Tórshavnar havn eigur so mikið av peningi, hví er so tørvur á so stórari lántøku? Og hví skal hon liggja mitt í býnum? Hví verður ikki lurtað eftir býarskipanarnevndini? Og vit hava fingið onnur ting, sum vit eisini hava fingið at vita, at tað er stórur tørvur á, uttan at tað er veruleikin, sigur hon.
Hon trívur í eina uppramsan av ymsu verkætlanunum, sum kommunan er farin undir seinnu árini við keyp og sølu av bygningum, umvælingum og minuttteljara til bussleiðina. Sambært henni kundi tann peningurin verðið betri nýttur til eitt nú eldrarøkt, betri arbeiðsumstøður og leigubústaðir.
- Vit eiga nógv stór og flott ting, nógv klappa og eru ovurfegin um alt tað, sum býráðið setur í gongd. Býurin er blivin so flottur og góður, og alt er simpulten so gott, men er tað ikki onkur sum verður gloymdur í Tórshavnar kommunu? Hví verður peningurin sum er brúktur uppá á óneyðug ting, ikki brúktur til at øll hava tað gott í Tórshavnar kommunu, spyr Birita Arge.
Sí alt lesarabrævið hjá Biritu Arge her