Vit fingu onga definitión uppá, hvat kemur undir kategoriina »etisk mál«. Vit fingu bara at vita, at vit skulu góðtaka, at etisk mál moralsk/religiøs mál ikki skulu verða viðgjørd í samgonguskeiðnum. Hetta kunnu vit als ikki góðtaka, tí hetta er brot við allar demokratiskar grundreglur, sigur Janus Rein, nývaldi tingmaðurin hjá Framsókn.
Hann skilir ikki, hvussu Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin kunnu góðtaka kravið frá Sambandsflokkinum um at tiðna blokkstuðulin og krevja 200 milliónir eyka frá dønum í blokkstuðuli.
Í Danmark er eisini stórt undirskot á fíggjarlógini undirskotið er 96 milliardir krónur. Umroknað til føroysk viðurskifti, so er tað eitt hall upp á eina heila milliard, so tað tykist løgið, at vit skulu hava danir at gjalda fyri okkara undirskot, sigur hann.
Tey í Framsókn harmast, at tað ikki bar til at tosa við Sambandsflokkin um ein fíggjarligan karm, sum tey kundu tosa um. Men her var einki at gera, tað var eitt ultimativt krav, at blokkstuðulin skal hækka.