FSF-val
Serliga fanst Birgir at, at umsitingarligu krøvini til feløgini eru herd somikið nógv seinnu árini, og at feløgini hava trupult við at lyfta hesi krøv.
Hetta er ein støða, sum føroyskur fótbóltur má arbeiða saman um fyri at loysa. Og tí havi eg eisini sagt, at FSF má hyggja alvorliga eftir, um tað á nakran hátt ber til at lætta um hjá feløgunum. Møguliga við at lata eina upphædd, sum skal vera oyramerkt til fyrisitingarliga arbeiðið hjá feløgunum, segði Birgir í samrøðu í gjár.
Ein stór misskiljing
Hesum er Óli Holm als ikki ósamdur í. Men hann vísir samstundis á, at FSF heilt ítøkiliga eisini hevur hjálpt feløgunum í at røkka teimum krøvum, sum verða sett frá eitt nú UEFA.
Bara tey bæði seinnu árini eru munandi batar hendir.
Tey feløg,, sum skulu lúka minstukrøvini, fingu í 2004 50 tkr. í beinleiðis stuðuli til endamálið. Og hartil fingu feløgini í fremstu deildini í 40 tkr. beinleiðis frá FSF. Hetta tí býtið av Champions-league peningunum varð gjørt solidariskt. Ein yvirgongd, sum eisini gav smærru feløgunum nakað, meðan feløgini í fremstu deildini fingu nakað minni í sín part.
Í fjør varð Formula-avtalan eisini fingin undir land. Ein avtala, sum gevur feløgunum í Formula-deildini á leið 40 tkr. í part. Tað hevur eisini givið feløgunum inntøkur, at FSF ikki longur tilskilar sær rætt til atgonguinntøkurnar í 1/4- og 1/2-finalunum í steypakappingini. Í alt er væl talan um einar 200 tkr., sum tey feløgini nú fáa.
Og at enda skal ikki gloymast, at vit nú hava sett á stovn serligan grunn fyri menning av fótbólti. Við inngjaldi í fjør og í ár kemur hesin grunnur upp á 1 mió kr. Pengar, sum feløgini kunnu søkja um, og sum verða beinleiðis oyramerktir til at styrkja um umsitingina í feløgunum.
So eg má siga, sum er, at eg dugi ikki rættiliga at skilja tær atfinningar, sum Birgir kemur við um hetta. Sjálvandi hava feløgini fingið nakrar treytir eftir UEFA-minstukrøvunum. Men tað má liggja onkur stór misskiljing aftanfyri, um ført verður fram, at Fótbóltssambandið ikki ger nakað fyri at hjálpa feløgunum í at røkka hesum, sigur Óli Holm.
Umsiting spælir við
Eitt er at fáa eina sterka umsiting úti í einstøku feløgunum. Annað er, umsitingin hjá FSF, sum summi kanska halda vera ov sterka. Í øllum førum helt Birgir Enghamar, at umsitingin í FSF í ov lítlan mun arbeiðir fyri feløgini. Ein kritikkur, sum verandi formaðurin eisini hevur hampuliga ilt við at skilja.
Sjálvandi arbeiðir umsitingin fyri feløgini. Har eru ein røð av málum, sum krevja nógv arbeiði, og tí er umsitingin skipað eftir hesum. Eitt nú minstukrøvini, landskappingin, dómarar, venjarar og nógv annað. Hetta eru væl alt lutir, sum verða gjørdir fyri at styrkja um føroyskan fótbólt sum heild. Og harvið eisini feløgini, heldur Óli.
Altjóða arbeiðið má raðfestast
Í sama viðfangi við, var, at tað týdningarmesta í arbeiðinum við føroyskum fótbólti er, at føroysku feløgini klára at fylgja við gongdini. Og at arbeiðið við altjóða fótbólti ikki gav nakra meining, um hesin parturin ikki var í lagi.
Eg eri avgjørt samdur í, at heimligu viðurskiftini skulu vera í lagi. Men tingini hanga eisini saman.
Veruleikin er, at knappir tveir triðingar av inntøkunum hjá FSF koma uttanífrá - frá FIFA, UEFA og Sports-five - og tí ber ikki til at ignorera hetta. Tí er ein av fortreytinum fyri einum vælvirkandi føroyskum júst altjóða samstarvið. So tingini hanga óloysiliga saman. Tað er altso ikki so, at vit bara kunnu trappa niður í hesum og so rokna við, at føroyskur fótbóltur hevur meira pening. Tann peningur, sum FSF móttekur í hesum sambandi, er beinleiðis oyramerktur til altjóða luttøkur hjá landsliðum okkara. Eisini tá tosað verður um U-21 landslið. Sjálvandi kostar tað nakað, og vit hava eisini sagt, at vit ikki ætla okkum í nakað fíggjarligt óføri. Men at vit arbeiða miðvíst fram ímóti, at hetta landsliðið kann gerast veruleiki til næstu undankapping. Sum er, so eru vit altso einasta UEFA-landið, sum ikki hevur U-21 landslið, og bæði ítróttarliga og ítróttarpolitiskt kann tað vera óheppið.
Og tað sama ger seg galdandi, tá tosað verður um venjingarleguna hjá A-landsliðnum. Eg havi hoyrt onkran ilskast um, hvørt tað er neyðugt, at landsliðið skal til Florida á venjingarlegu. Men hetta er ein partur av avtaluni við sports-five. Teir gjalda venjingarleguna, og tað er ikki so, at vit fáa nakað av peningi í kassan, um legan verður hildin onkrastaðni, har tað er bíligari at ferðast til, staðfestir Óli Holm.
Nógv eftir at gera
Fyri at draga samanum, spurdi vit at enda Óla, hvørjar orsøkir hann sá til, at hann skal verða sitandi í sessinum, nú onnur kanska halda, at hann ikki skal verða tað.
Eg síggi tað soleiðis, at tað liggur eitt veldugt arbeiðið fyri framman hjá føroyskum fótbólti. Í hesum haldi eg eisini, at tað er neyðugt við einum ávísum stabiliteti. Ikki minst í altjóða samstarvinum, sum er so sera týðandi.
Samstundis er eisini týdningarmikið, at neyðugi opinleikin er í arbeiði okkara. Tað havi eg roynt at tryggjað við teimum fundum, sum hava verið við formenninar kring landið, har vit hava hitst einar 2-3 ferðir um árið. Á hesum hava vit roynt at samskift um, hvørji stig skulu takast, og millum annað eisini hava stungið út í kortið leistin, sum umsitingin arbeiðir eftir í ymsu málunum. Hetta hongur eisini saman við heildarmálsetninginum hjá føroyskum fótbólti, sum er gjørdur í samstarv við feløgini.
Og fremst av øllum, so haldi eg framvegis, at eg havi nógv at geva í tí arbeiði, sum skal gerast. At eg á ongan hátt kenni meg útbrendan. Og eg eri sannførdur um, at leisturin, sum vit hava arbeitt eftir, hevur verið tann rætti, sigur Óli Holm at enda.