Finnleif Guttesen
Býráðslimur
Tvøroyri
Borgarstjórin hevur ovastu starvsfólkaleiðsluna, so har liggur ábyrgdin fyri trivnaðin, men hann hevur seks aðrar býráðspolitikarar afturat sær, og mugu hesir sjálvsagt hava góðtikið starvsfólkaleiðsluna og eru tí samsekir í, at tvey starvsfólk hava følt seg trýst til at siga seg úr starvi.
At varaborgarstjórin sigur ósatt fyri øllum Føroya fólki í sjónvarpinum, har hann sigur, at hann einki kennir til umstøðurnar hjá starvsfólkinum, sigur nakað um mannin. Tí hann er formaður í teknisku nevnd, har starvsfólkini eru rikin úr starvi, og hann kennir alt til áralongu »forfylgingina« av hesum báðum starvsfólkunum.
Tað má tykjast ómansligt fyri borgaran á Tvøroyri, at allir seks býráðslimirnir bert lata standa til, menn tíverri hevur hetta verið støðan seinasta árið.










