Skilaleys samanlegging av skúlum

Felagið Maskinmeistaralærarar
23. februar 2006

Opið bræv til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum.
Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi í fjølmiðlunum um skipan av skúladeplum og samanlegging av skúlum. Bæði í fimmaranum í Útvarpinum 1. februar og í kjakinum í SvF 21. februar var evnið skúladeplar og útbúgvingar.
Í apríl 2004 vórðu starvsfólkini á Maskinmeistaraskúlanum kunnað um ætlan Mentamálaráðsins at leggja Maskinmeistaraskúlan og Føroya Sjómansskúla saman í ein stovn. Í kunningarskrivi til lærararnar verður m.a. sagt, at Mentamálaráðið skal saman við leiðslunum á skúlunum tryggja, at starvsfólkapolitikkurin hjá Løgmansskrivstovuni verður fylgdur, og at tað er av stórum týdningi, at starvsfólkini á skúlunum verða kunnað/hoyrd soleiðis, at tey kunnu taka undir við bygnaðarbroytingunum.
Tann 1. sept. 2004 tók nýggjur stjóri við á Maskinmeistaraskúlanum og ein mánað seinni tók sami persónur við sum stjóri á Føroya Sjómansskúla eisini. Stjórin hevur ongar námsfrøðiligar royndir. Mikið rok var í Løgtinginum og í fjølmiðlunum um setanina, tí summi vilja vera við, at stjórin er politiskt settur. Sjálvandi er hann ikki tað.
Um miðjan juni 2005, eina viku áðrenn skúlin fór í summarfrí, komu boð í teldubrævi frá stjóranum um, at nú skuldi øll undirvísingin flytast oman í Nóatún og troðkast inn í ein bygning, sum er alt ov lítil. Boðini eru greið: Avgerðin er nú tikin! Lærararnir fáa boð um at pakka teirra arbeiðsbøkur og annað niður í flytikassar og seta navn á.
Starvsstovur, maskinrúm, køliútbúnaður, teldustova og dieselsimulator skuldu framvegis vera undir Krákugjógv. Flestu starvsstovurnar verða nógv brúktar í dagligu undirvísingini. Nú skulu uml. 3 km verða millum undirvísingarhøli og starvsstovur.
Úrslitið av hesi skilaleysu og óumhugsaðu avgerð var ikki óvæntað. Tá skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina er lítið skil á. Nøkur dømi:
Sera trongligt er hjá næmingunum í mun til tað, teir eru vanir við undir Krákugjógv;
alt ov fá parkeringspláss;
vánalig inniluft, vánaligt ljós, alt ov fáar talvur;
ongin lyfta er í bygninginum, sum hevur tríggjar hæddir;
ein ússalig teldustova við 9 teldum til 160 næmingar;
næmingarnir kundu ikki seta egnar teldur til lokalnetið, onki internetsamband var;
ongin skipaður flutningur millum bygningarnar, tosað verður um at keypa buss ella leiga taxabilar at ferðast við.
Í dag er framvegis ilt at fáa eyga á fyrimunirnar við flytingini, tí:
Nógvur peningur er brúktur til at geva næmingunum verri umstøður, enn teir høvdu frammanundan.
Lítil og ongin samlestur er í grundlærugreinunum, tí flokkarnir eru so stórir; tí er ongin sparing.
Skúlin við allari tøkniligu útgerðini undir Krákugjógv tykist ongan góðan at hava og fer í órøkt.
Øll menning á tøkniliga økinum er steðgað upp.
Tað er stórt afturstig námsfrøðiliga, at tað nú ikki ber til at skifta lættliga millum ástøðiliga undirvísing og praktiskt arbeiði sum áður. Slíkt skifti ger arbeiðið hugaligari hjá bæði næmingum og lærarum, og frálæran verður munandi betri.
Nógv tíð fer til spillis at ferðast í.
Henda avgerð myndugleikanna hevur víst seg at vera eitt stórt afturstig fyri maskinmeistaraútbúgvingina. Hevði ein nýggjur skúladepil verið bygdur til at hýsa øllum virkseminum hjá báðum skúlunum, hevði støðan verið ein onnur. Tað, sum her er gjørt, er, at ein hálvur Maskinmeistaraskúli er lagdur saman við Sjómansskúlan. Ein og hvør við kunnleika og royndum á undirvísingarøkinum dugir at síggja, at her er tað ikki skilið, ið ræður. Maskinmeistaraskúlin er við hesi avgerð settur eini 10-15 ár aftur í tíðina.
Tað sum er hent við maskinmeistaraútbúgvingini er eitt ræðandi dømi um, hvussu vánalig fyrireiking og vantandi virðing fyri serkunnleikanum roynist í verki. Hóast føgur orð um kunning, opinleika og ávirkan, so er veruleikin ein annar.
Tí hava lærarar í miðnámsskúlunum alla grund til at vera á vakt, so teir ikki verða tiknir á bóli eins og vit vórðu.
Kann landsstýrismaðurin gera so væl alment at svara okkum uppá hesar spurningar:
Komu harraboðini um flytingina úr Mentamálaráðnum?
Hvønn ráðførdi Mentamálaráðið/skúlaleiðslan seg við í sambandi við flytingina?
Hevur nakar arbeiðsbólkur viðgjørt málið um flytingina og møguligar bygnaðarbroytingar?
Hví vórðu lærararnir ikki kunnaðir og tiknir við í ráðum?
Vit taka fult undir við samstarvi við aðrar skúlar, um alt fer fram í opinleika og við skili.
Sigast skal, at vit kenna okkum væl millum lærararnar á Sjómansskúlanum, hóast umstøðurnar hjá teimum og teirra næmingum eisini eru vorðnar verri.
Okkara áheitan á landsstýrismannin skal tí verða, at hann umhugsar álvarsliga at flyta Maskinmeistaraskúlan niðan aftur undir Krákugjógv til sømiligar umstøður til frama fyri næmingarnar og útbúgvingina.

PS. Maskinmeistarafelagið, sum hevur um 600 limir, heldur tað eisini vera harmiligt og eitt stórt afturstig, at Maskinmeistaraskúlin er fluttur, og at umstøðurnar hjá næmingunum eru munandi versnaðar.