Suni Vinther, støðleiðari í Havn sigur, at teir hava fingið eina rúgvu av fráboðanum um skilaleysa parkering.
? Nú kavin er komin, eru fólk vorðin serliga dovin, og tey tíma als ikki at ganga um tey kunnu sleppa at seta bilin frá sær beint við trappusteinin. Tíverri ger hetta øðrum ónáðir, og tað er ikki rætt, sigur Súni Vitnher.
Hann vísir á, at nú kavin er komin er plássið at ferðast í enn minni enn tað var, og tí eiga fólk at ansa sær hvar tey seta bilarnar.










