Skilaleys koyring var orsøkin

- Blóðroynd av kvinnuni, sum koyrdi bilin, ið var á veg norðureftir, er send til kanningar. Hetta er ein kanning, sum vit altíð gera undir slíkum umstøðum. Enn vita vit einki at siga um orsøkin til, at 25 ára gamla kvinnan koyrdi so skilaleyst og fyrilitarleyst hendan dagin, sigur Rani Wardum, løgreglumaður og vaktleiðari á´politistøðini í Havn

Vanlukka

 

Eftir avhoyringar av vitnum í sambandi við ferðsluvanlukkuna við Sandvíkarhjalla hvítusunnudag, er løgreglan ikki í iva um, at bilførarin, sum hesa løtu var á veg norðureftir, koyrdi rættiliga skilaleyst og fyrilitarleyst. Hetta var orsøkin til vanlukkuna, sum kostaði einum eldri hjúnum lívið.

Kvinnan var einsamøll í bilinum á veg norður úr Havnini.

- Vitnir, sum vit hava tosað við, siga, at koyringin norðureftir var fullkomiliga skilaleys. Kvinnan yvirhálaði fleiri bilar og onkur, sum koyrdi 80 km/tíman, sum er mest loyvda ferð á vegastrekkinum, hevur sagt, at bilurin streyk fram við.

 

Yvirhálaði í høgru

Rani Wardum sigur, at tey eisini hava tosað við vitnir, sum siga, at kvinnan yvirhálaði tann eina bilin í skeivari síðu á veg niðan gjøgnum brekkuna eftir omankoyringina til Hvítanesar.

- Hví hon gjørdi tað, vita vit ikki við vissu. Sambært vitnum kann orsøkin vera, at hon hevur havt so nógva ferð, tá hon er komin innaftur eftir eina yvirháling, at hon hevur valt at yvirhálað í skeivari síðu fyri ikki at koyra á bilin frammanfyri.

Tá vit tosaðu við Rana í morgun, hevði løgreglan ikki avhoyrt gentuna, sum framvegis var innløgd á intensivari deild á Landssjúkrahúsinum.

- Vit skuldu frætta aftur nú um 11-tíðina, nær avhoyringin kann fara fram, sigur hann.

 

Vanlukkan hendir

Syndarliga vanlukkan hendir, tá gentan fer undir enn eina yvirháling, og tá er tað, at bilurin við eldru hjúnunum og einum abbasoni er komin um hesar leiðir – á veg til Havnar.

- Kvinnan yvirhálar nú á einum vegastrekki, har sýnið ikki er til yvirháling. Hon er tí úti í vinstru síðu á vegnum, tá bilurin við hjúnunum og abbasoninum er á veg suðureftir – og tá hendir vanlukkan, har bilarnir renna frontalt saman.

Rani sigur, at tað var eldri maðurin, sum koyrdi bilin, ið var á veg suðureftir. Konan sat á setrinum við síðuna av og abbasonurin, sum slapp við onkrum minni snuddi, sat aftanfyri. Ungi maðurin varð útskrivaður av Landssjúkrahúsinum seinni um kvøldið.

- Vit kunnu bara staðfesta, at skilaleys og fyrilitarleys koyring var orsøkin til hesa syndarligu ferðsluvanlukku, sum kravdi tvey mannalív, sigur løgreglumaðurin.

 

Blóðroyndin kannast

Rani Wardum sigur, at blóðroynd er tikin av kvinnuni og er send til Danmarkar til neyvar kanningar.

- Hetta er ein kanning, sum vit altíð gera undir slíkum umstøðum. Vit hava ikki havt høvi at tosað við kvinnuna enn og vita tískil heldur einki at siga um, hví hon koyrdi, sum hon gjørdi.

Hann vísir á, at hetta er fjórða

vanlukkan á vegastrekkinum millum Havnina og Signabøartunnilin upp á lutfalsliga stutta tíð.

- Tað nyttar so lítið, at vegirnir eru góðir, um fólk ikki eru nóg ansin og vísa fyrilit í ferðsluni. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar, men avleiðingarnar eru altíð vanlukkuligar, tá ringast vil til. Umráðandi er, at allir bilførarar eru árvaknir og hugsa um, hvat frammanfyri er, leggur hann aftrat.

Løgreglan fer í vikuni at taka støðu til um kvinnan, sum koyrdi vanlukkubilin, skal skuldsetast fyri óviljað manndráp.

- Í Danmark verða fólk, sum vegna skilaleysa koyring eru orsøkin til slíkar vanlukkur, altíð skuldsett fyri óviljað manndráp. Men tað verður so dómarin, sum í seinasta enda tekur hesa avgerðina, sigur Rani Wardum, løgreglumaður, sum eisini er vaktleiðari á politistøðini.