Maður verður bæði ákælrdur fyri at koyra fullur og fyri at koyra skilaleyst Skilaleys koyring bleiv dýr
Um vikuskiftið misti ein bilførari í Havn koyrikortið fyri skilaleysa koyring. Hann fór koyrandi niðan ígjøgnum brekkuna í Niels Winthersgøtu, niðan ímóti Jóannes Paturssonargøtu, tá ið hann helt, at bilurin frammanfyri koyrdi ov spakiliga. Tískil royndi hann at yvirhála mitt í mótbrekkuni, men har eru ikki umstøður at yvirhála, tí tað sæst ikki um sýnina. Tí mundi tað eisini enda galið, tá ið ein bilur kom oman av høvdini og skuldi oman ígjøgnum brekkuna. Tað endaði við, at bilurin, sum yvirhálaði og tann, sum var yvirhálaður, rendu saman og teir fóru báðir niðan av vegnum við parkeringsplássið. Førarin í bilinum, sum yvirhálaði, verður ákærdur fyri skilaleysa koyring. Men hann var eisini týðiliga ávirkaður av rúsdrekka, so tað verður hann eisini ákærdur fyri.