Skilagott við felags útrokningum

Seinnapartin í gjár høvdu fakfeløgini fund við samgonguflokkarnar á Gamla Apoteki og í Tinginum. Tað eru málini um flatskattaskipan og skatting av pensjónum við inngjaldi, sum órógva fakfeløgini.

Eftir fundirnar taka fakfeløgini saman um, og í skrivi siga tey: »At skunda eitt uppskot ígjøgnum á tingi, meta fakfeløgini ikki vera gott. Serliga ikki, tá ið ivi stendst av ymsu útrokningunum og harvið metingunum av avleiðingunum fyri einstaka løntakaran. Latið okkum gera felags útrokningar, soleiðis at bæði samgonga og fakfeløg hava sama grundarlag at rokna út frá«.

Men tað er sambært fakfeløgunum ikki bara grátt oman á grátt.

»Samgongulimirnir lurtaðu eftir okkara sjónarmiðum, og fleiri tóku undir við, at tað er skilagott at gera felags útrokningar um avleiðingarnar av skatting av pensjónum«.

Fakfeløgini enda við fylgjandi áheitan:

»Heitt verður tí á samgonguna um, at steðga ætlanunum um at skatta pensjónirnar við inngjald fyri at fíggja ein skattalætta til tey hægstløntu. Í øðrum lagi heita vit á samgonguna um at bíða við at leggja uppskotini fram til samtyktar, til pensjónsnýskipanin verður løgd fyri Tingið aftur«.