Tannarøktarin á skúlatannlæknastovuni í Klaksvík, Berghild Gullaksen, er fegin um ætlanirnar hjá landsstýrinum at leggja avgjald á søtmeti. Í starvi sínum hevur hon dagliga samband við børn, sum kenna avleiðingarnar av ov nógvum sodavatni og góðgæti.
Berghild greiðir frá, at størsti trupulleikin í løtuni eru ung frá fjúrtan árs aldri.
? Hjá børnum upp til fjúrtan ár gongur avgjørt rætta vegin, men tá tey koma upp í sjeynda flokk steðgar á, og tá hava tey nógv hol í tonnunum, sigur tannarøktarin.
Hon vísir á, at serliga eru tað sodavatnsfløskurnar úr plastikki, ið geva nógvu holini hjá tannáringunum.Tey ungu eta eisini ov nógv góðgæti og wienarbreyð og hetta sæst avgjørt aftur á tonnunum.
Berghild heldur, at inntøkurnar av avgjaldinum av søtmeti áttu at verið nýttar til at gera bæði mjólk og frukt bíligari at keypa, tí í dag kostar bæði sodavatn og góðgæti minni enn mjólk og frukt, og tað er skilaleyst.
Nógv upplýsing
Skúlatannlæknastovan í Klaksvík hevur seinastu árini gjørt nógv við at upplýsa um vandan av ov nógvum søtmeti. Umboð fyri tannlæknastovuna hava verið við til foreldrafundir á skúlunum, har heitt hevur verið á foreldrini at geva børnunum góðar matvanar, so tað slepst undan nógvu óneyðugu holunum hjá teimum ungu.
? Vit hava heitt á skúlaleiðslurnar um at royna at geva børnunum frukt ókeypis ella fyri ein bíligan penga. Hetta átak kundi verið ein loysn fyri tað nógva góðgætið, ið verður etið í dag, greiðir Berghild Gullaksen frá.
Foreldrini stóra ábyrgd
Berghild Gullaksen leggur stóran dent á, at tað eru foreldrini, ið hava størstu ábyrgdina av at busta tenninar hjá børnum, og hjálpa teimum við at fáa rættar matvanar.
? Eg havi hoyrt frá summum barnagørðum, at í matpakkanum hjá børnunum eru bæði sunkist og kitkat, og tað er stak óheppið. Eg má staðiliga gera vart við, at tað er uppgávan hjá foreldrunum at syrgja fyri at børnini fáa ein orduligan matpakka, so tey ikki eta góðgæti allan dagin, tí tað tænir ongum endamáli, sigur Berghild Gullaksen at enda.