Herfyri tók Eyðfinn Magnussen, sum í nøkur ár hevur skrásett haruveiði í Føroyum, trygdarskeið til vápnaloyvi - ella vápnatrygdarskeið, sum tað eisini verður rópt.
- Hóast hetta ikki er neyðugt í mínum føri, tá persónar, sum eru føddir í 1985 ella fyri ta tíð, kunnu fáa vápnaprógv uttan vápnatrygdarskeið, kann eg avgjørt viðmæla øllum harumonnum at taka skeiðið.
Eyðfinn Magnussen vísir á, at á skeiðnum lærdi hann millum annað um kalibur, um longd á patrónum - og um, at summar patrónir eru ov langar til onkrar byrsur. - Hvussu langar patrónir tín byrsa kann taka, stendur sum oftast graverað á byrsupípuni, sigur hann.
Á vápnatrygdarskeiðnum lærdu hann eisini, at summar patrónir kunnu vera ov kraftmiklar til onkrar byrsur, og brúkar tú kraftmiklari patrónir, enn byrsan tolir, kann hon skrædna.
- Hvussu nógv trýst tín byrsa tolir, stendur eisini graverað á byrsuni - antin beinleiðis við tølum ella við einum tekni, og styrkin á patrónunum stendur vanliga á patróneskjuni, sigur hann.
Eyðfinn Magnussen vísir á, at tey á skeiðnum eisini lærdu um trygd og um, hvussu ein byrsa skal handfarast á tryggan hátt, so tann, ið ber byrsu, ikki er til vanda fyri seg sjálvan, ei heldur fyri tann ella tey, ið skotið verður saman við.
- Vit lærdu, at ein afturlatin byrsa er at meta sum ein lødd byrsa, og at tú tí altíð skal “knekka” byrsuna, áðrenn tit møtast í haganum.
##med2##
Skeiðið, sum Eyðfinn Magnussen tók, var partur av Tórshavnar Kvøldskúla, men kann eisini takast aðrastaðni í landinum, og skeiðið kostaði 900 krónur. Hann sigur, at skeiðið var í tvey kvøld frá klokkan 19-21.35, og leygarmorgunin varð undirvíst í tríggjar tímar á skjótibreytini.
- Eg kann viðmæla øllum harumonnum at taka vápnatrygdarskeiðið - bæði fyri sína egnu skyld, men eisini fyri, at tey, ið skotið verður saman við, einki skulu hava at óttast, sigur Eyðfinn Magnussen, sum leggur aftrat, at tað er Umhvørvisstovan, sum umsitir vápnaloyvi og skrásetingina av byrsum.