Skilagott at spara

Í Grønlandi er tann politiska andstøðan væl nøgd við, at landsstýrissamgongan hevur gjørt av at spara einar 200 mió. krónur í almennum umsitingarútreiðslum, og andstøðan heldur tað eisini vera rætt, at landsstýrið nú hevur sjey limir ístaðin fyri átta.

Tað er eisini ein sparing. Hinvegin halda partar av andstøðuni, at tað er óheppið at skifta manning í landsstýrinum ov ofta, tí tað kann elva til óstøðug viðurskifti í landsstýrinum og umsitingini.