Vinna og fólk á hesum oyggjum sleppa undan at rinda fyri sínar vælútbygdu ferðamøguleikar. Góðar breiðar vegir, lýsandi tunnlar og nýumvalda brúgv. Hesi øki eiga at verða javnstillað við útjaðaran.?Vit eiga at gera ein almennan samhaldsfastan reform, sum umfataðar alt ferðslukervið í Føroym, tað veri seg á landi, undir landi og á sjónum. Tann berandi tankin er, at vit tá verða fleiri, sum lyfta. Hendan skipan átti at fevnt um øll tunnilsgjøld, eisini komandi Sandoyar og Skálafjarðatunnulin, og ferðagjøld við ferðamannaskipum.
Vit eiga at knýta Norðoya, Vága, Norðskála og Kollfjarða tunlarnar saman við ferðamannaskipunum. Alt í eina skipan. Skipanin skal virka á tann hátt, at bilurin bert verður skrásettur einaferð um dagin. T.v.s. at tað kostar tað sama at koyra gjøgnum allar tunlarnar, sum tað kostar at koyra gjøgnum ein og hevur tú goldið í einum tunnli, er ferðabáturin ókeypis. Hinvegin eru tunlarnir ókeypis, um tú hevur goldið umborð.
Ein slík skipan hevði lækkað og javnstillað prísirnar føroyingurin má gjalda fyri at brúka vegakervið. Ein slíkur reformur hevði verið fólki og vinnulivinum í Føroyum at frama. Eisini kundi hann veri trygdin fyri at bæði Sandoyar og Skálafjarðatunnulin blivu framdir í verki innan hóskandi tíðarbil.