- Hetta var akkurát tað, vit høvdu brúk fyri! Eg haldi at fyrri hálvleikur var góður og vælspældur frá okkara síðu. Í seinna hálvleiki er tað ikki eins gott, sum í fyrra, men allir mans berjast fyri sakini og tað gav úrslit í síðsta enda, staðfesti Vagnur M. Mortensen.
Orsøkin til, at Vagnur ikki fekk seinastu løtuna á vøllinum við var, at hann fekk tvey gul kort. Tað fyrra fekk hann tíðliga í fyrra hálvleiki, tá ein leikari var um gerast leysur móti málinum, og seint í seinna hálvleiki var akkurát sama skilið, og Vagnur valdi tí at taka enn eitt gult kort á sínar herðar, tí annars hevði maðurin verið leysur við málverjanum.
- Eg gjørdi tvey fríspørk allan dystin, og fái gult kort fyri bæði, flennir Vagnur Mortensen, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um útvísingina.
- Fyrru ferðina var Christian Høgni um at verða leysur, og tí gjørdi eg sum eg gjørdi. Og í seinna hálvleiki var tað aftur Christian Høgni, sum var leysur og hevði eg ikki tikið hann, hevði hann havt møguleika fyri at skora, greiðir Vagnur M. Mortensen frá.
Við øðrum orðum, so var á ongan hátt talan um eina býtta útvísing, men heldur tað, sum í Onglandi verður rópt: One for the team.
Ja, onkur helt eitt sindur skemtandi fyri, at talan var um eina skilagóða útvísing.