Skilagóð tala

Tað merktiskt fløvandi at lesa greinina hjá Osmundi Justinussen: Burðardygg fiskivinna og altjóða atlit. Í øllum tí orðaskifti – og ikki minst framløgu frá løgmanni og einum politiskum meiriluta – sum í løtuni fýkur runt í miðlunum og á tingi, er meginparturin sera tokukent. Har er eingin greið støða, bert eitt uppgávulyndi yvir fyri heiminum uttanum okkum.
Tí virkaði tað stimbrandi at lesa eina grein frá manni, sum vísti, at hann hevði skil fyri viðurskiftunum. Her er ein, sum kennir fiskivinnuna “all round” frá barnsbeini av. Eisini frá sínum fyrrverandi virksemi hjá Havstovuni..
Mín áheitan á politikarnar og Havstovuna er tí: Arbeiðið saman fyri føroyskum áhugamálum og sannførið ICES um, at føroyska skipanin í flestu førum er betur enn tann, sum altjóða “serfrøðingarnir” royna at framføra. Lurti m.a. eftir Ossa.
Til Ossa: takk fyri greinina.