Skilagóð stovnsrøkt ? einki stemmufiskarí

Aðalfundur Skopunar Útróðrarfelags vil við hesum gera sína áskoðan í sambandi við friðing vestan fyri Sandoynna kunnuga:

?Friðingin er skilagóð, sum liður í varveiting av gýtingarstovninum.
?Hartil er at siga, at eins og norðanfyri hava vit eisini "troling á landleiðini" her, umframt ovurstóran línuflota norðaneftir, sum øll árini frammanundan hevur kunna ligið á sjálvari gýtingarleiðini, sum nú er vorðin friðað, og hevur harumframt gjørt, at snellubátarnir mugu út á 12 ? 14 fjórðingar úr landi, tí ikki er roynandi innanfyri fyri línu.
?Dentur verður lagdur á, at hetta als einki hevur við partapolitikk at skaffa.