Skilagóð íløga

Stjórin í Føroya Sparikassa, Bjarni Olsen, var eisini millum teir mongu gestirnar, ið vóru til steðar, tá sprongt varð ígjøgnum í Vágatunlinum.

Vágatunnilin

Bjarni Olsen heldur hetta vera eina radikala broyting, eina skilagóða íløgu, sum fer at hava stóran týdning fyri samfelagið. Búskaparliga er hon er á góðari leið, men haraftrat kemur, at hetta er ein rættiliga serstøk íløga, tí hon hevur ringt við at tjena seg inn aftur á vanligan hátt. Inntøkurnar liggja øðrvísi enn um talan var um eitt vanligt privatøkonomiskt projekt. Tær liggja í teimum fyrimunum, sum hvør einstakur hevur.

Bjarni Olsen heldur tað eisini vera skilagott at gera ein tunnil til Norðoyggjar. ?Vit vita, at nógvur trafikkur er inn í Eysturoynna, og tað kann tí væl vera, at tað er grundarlag fyri einum yvirskoti í einum slíkum roknistykki eisini.