-Eg haldi, at tað er gleðiligt, at løgmaður loksins hevur innsæð, at samgongan hann er leiðari fyri ikki er før fyri at arbeiða sum ein samgonga. Tað var eisini tí, at javnaðarflokkurin tók seg úr samgonguni longu í 96 sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins í eini viðmerking til avgerðina hjá løgmanni at skriva út nýval.
-Tað er altíð gott, at ein maður viðgongur, at hann ikki maktar eina uppgávu. Tvørturímóti haldi eg, at hetta at skriva út val er kanska ein av teimum skilabestu avgerðunum, sum Edmund Joensen hevur tikið. Trupulleikarnar í sambandsflokkinum hevur Jóannes Eidesgaard onga viðmerking til.
Hann heldur tað vera sera positivt, at vit nú kunnu fáa eina nýggja samgongu, sum kann taka avgerðir og gjøgnumføra tær, eisini í sambandi við Danmark og bankamálið.
Tá talan er um bankamálið, so viðgongur Jóannes Eidesgaard, at hetta sjálvandi reisir trupulleikan við fyrningarfreistini.
-Men megnar sitandi samgonga at longja hana enn einaferð, so frøðir tað meg, at tað eru aðrir, sum kunnu fara til hesar samráðingar enn Edmund Joensen.
Jóannes Eidesgaard heldur fyri, at løgmaður hevur víst seg ikki at makta uppgávuna at taka sær av bankamálinum. Síðani serfrøðingabólkurin kom við síni niðurstøðu er málið uppsteðgað.
Jóannes Eidesgaard vísir annars á, at henda samgongan hevur ikki maktað at loysa teir veruligu trupulleikarnar. -Tað hevur verið eitt egoflipp frá fólkaflokkinum síðani teir sluppu framat landskassanum.
-Latið okkum fáa eina nýggja og sterka samgongu, sum kann taka avgerðir, sum loysa grundleggjandi truppuleikarnar og málini, eitt nú bankamálið sigur formaður javnaðarfloksins í viðm