Eftir at hava havt fund við arbeiðsfólkið á Faroe Pelagic, staðfesta arbeiðarafeløgini, at viðurskiftini á Faroe Pelagic eru als ikki komin í rættlag, hóast leiðslan í felagnum í stillu viku boðaði frá, at viðurskiftini skuldu koma í rættlag í seinasta lagi 7. apríl. Arbeiðarafeløgini siga, at talan er um eitt ótal av sáttmálabrotum og lógarbrotum, sum fara fram á virkinum.
Serstakliga er tað hesi viðurskiftið, sum arbeiðarafeløgini ikki kunnu góðtaka:
- Øll arbeiðsfólki hava ikki fingið neyðuga trygdarútgerð so sum hjálmar, trygdarskógvar og búna at arbeiða í, har hetta er kravt.
- Arbeiðsfólkið hevur ikki fingið lønina tey eiga til góðar fyri tíðina desember til apríl. Her er talan um yvirtíðarløn fyri kvøld og náttararbeiði umframt løn fyri at arbeiða í døgverðatímanum.
-Higartil hevur arbeiðsfólkið ikki fingið tær drekkapausur og døgverðatíma, tey hava rætt til.
- Ásetingin um hvíld millum vaktir hevur heldur ikki verið hildin.
-Summi arbeiðsfólk hava trupulleikar av at fáa lønarseðlar.
- Arbeiðsfólkið hevur ikki fingið setanarskriv, hetta er bæði lógarbrot og sáttmálabrot.
Arbeiðarafeløgini heita á ALS um ikki at ávísa fólki til Faroe Pelagic, soleingi viðurskiftini ikki eru í rættlag, og heita á møgulig nýggj starvsfólk at tryggja sær, at tey fáa tær sømdir tey hava rætt til samsvarandi sáttmálum og lógum landsins.
Arbeiðarafeløgini fara at taka stig til at fáa viðurskiftini í rættlag, og ein fráboðan verður í næstum send leiðsluni í Faroe Pelagic.