Óskil og ruðuleiki

Hjalmar N. Poulsen


Rættuligt óskil hevur valdað í landsins umsiting seinastu tíðina. Hetta er ikki ókent og eisini reinur veruleiki. Sum fram er farið á politiskum plani, seinastu fáu døgnini, eru haldgóð prógv um, at nú eisini ruðuleiki valdar í landsumsitingini.
Jógvan við Keldu bleiv av­sagdur, tí hann handlaði eftir egnum hugsunarhátti og bestu sanføring síni. Floks­formennirir skylda nú upp á hvønn annan og koma við ullintum og onkisigandi frá­greiðingum, um hví.
Handfaringin av út­lend­ingamálinum er sjálvsagt ein stór grundgeving til upp­søgnina.
Tí, sum vit flest øll minnast, hetta var júst orsøkin til at, danska Schluter stjórnin, við brestin enntá, mátti leggja frá sær, í samband við umstrídda tamilamáli á sinni. Men í Føroyum tekur slík tilgongd ca. 2 ár, so ei undur í tí.
Men høvuðsgrundin til av­rættingina er helst tann, at hann ikki helt nakað positivt um, at Smyril skuldi sigla oft­ari enn hann ídag ger. Sostætt var bert eittans at gera: At avsiga Jógvan og seta ein politist, ein suðring við stóra S, at fremja 3. dagliga tútin um Suðuroyarfjørð. Ja, í Føroyum kann alt lata seg gera, bert politiskur meiriluti fæst fyri tí. Hesin framferðarháttur er ein søk.
Tað er tó undir alt lágmark, at landstýrismaðurin í fíggj­ar­málum óskalaður sum so, kann sita í heita sessi sín­um, aftan á at hava borið rangan vitnisburð fyri opnari mikrofon, á landsins hægsta røðarapalli, villleitt alla ting­manningina og Føroya fólk, til egnan fyrimun. Hartil at hava gjørt seg sekan í em­bætismannafuski og valds­misnýtslu, upp til fleiri ferðir.
Hví fekk Jógvan við Keldu tá ikki líknandi og somu sømdir sum hann? Er anarkiið í Føroyum nú veruleiki?
Ei undur í, at Landsstýrið nú eisini verður drigið í rætt­­in fyri orðloysi og at hava stjolið føroyska fag­fe­lagsogn. Teir hava hartil eisini verið í lummanum hjá Palleba eftir peningi til nevndarsamsýning og lønir, so tjóvagóðsið á skilabestan hátt kann umsitast.
Ein lítil fuglur sang, men landstýrismaðurin í vinnu­málum, vildi í fjøl­miðl­un­um, ikki kenna sær skuld av tilgongdini í so máta, men segði: Hetta er ikki mín ábyrd. Hann vildi annars vera við, at polittiska ynskið var atvoldin.
Jú - nú renna vísdómsorð mær í hug.: »Góða mamma tað var ikki eg«