Eitt uppskot um ein slíkan parkeringsvørð hevur verið tikið fram við millumbilum í ferðslunevndini.
Her hava eisini verið hildnir fundir við sýslumannin, varapolitiinspektørin, borgarstjóran, býarverkfrøðingin og býráðsskrivarin um sama málið. Nú er so umsíðir líkt til, at tað verður loyst úr lagdi.
Á fundi fyrr í mánaðin tók tekniska nevndin í býráðnum undir við tí, og tað sama gjørdi ferðslunevndin.
Mælt varð til, at lýsa eftir parkeringsvørði og at fútin haraftrat fekk áheitan um hetta. Og tað verður so gjørt í næstum.










