Skil fáast á bíðilistan til barnaansing í Havn

Nú skulu púra greiðar reglar gerast fyri, hvussu børn í Havn verða tikin upp í dagrøktina. Heðin Mortensen sigur, at hereftir skal ongin ivi verða um, hvar á bíðilistanum eitt barn stendur

Bíðilisti

Bíðilistin til at fáa dagstovnapláss tilk børn í Havnini hevur mangan elvt til misnøgd og trupulleikar.
Men tað skal broytast, tí nú skulu heilt greiðar reglar gerast fyri, hvussu børnini verða tikin inn á dagstovnar, ella í dagrøkt.
Tórshavnar Býráð hevur nú gjørt eina greiða reglugerð fyri, hvussu børnini skulu takast í ansing og mentamálnevndin hjá býráðnum hevur einmælt samtykt at taka undir við reglugerðini og hevur mælt býráðnum til at seta hana í verk.
Heðin Mortensen sigur, at eftir nýggju reglugerðini skulu foreldur ongantíð ivast í, hvar á bíðilista teirra barn stendur.
Sostatt verður ikki longur gingið eftir at kynsbýtið á stovnunum skal passa. Higartil hevur tað verið so, at børn eru koyrd afturum á bíðilista og onnur børn tikin framum, tí tey hava hóskað betri til aldursbýtið á stovninum, har tey eru tikin inn.
Nú er einasta treyt, at minst tvey børn av sama kyni skulu vera á somu stovu, hetta fyri at tey skulu hava onkran av sama kyni at spæla við.
Annars skal ein upptøkunevnd setast við trimum umboðum, sum skulu handfara hvørja einastu umsókn. Í henni koma at sita dagligi leiðarin fyri dagrøktina, Katrin Petersen, eitt umboð fyri dagrøktina og eitt umboð fyri dagstovnarnar.
Heðin Mortensen sigur, at tá ið foreldur søkja um at fáa eitt barn í ansing, skal barnið hava eitt nummar, alt eftir, hvar á bíðilistanum, tað stendur. Tey skulu eisini hava at vita, nær væntandi er, at barnið sleppur inn.
? Síðani skal tað altíð bera til hjá foreldrunum a fylgja við, hvar barnið stendur á bíðilistanum, Tey, sum hava atgongd til alnetið, kunnu gera tað har.
? Tá ið foreldur søkja, kunnu tey raðfesta, hvørjum stovni, tey vilja hava børnini á.Tey, sum bara skriva eitt navn, koma bara upp á tal til tann eina stovnin og hava tískil ongan møguleika at fáa børnini á annan stovn. Men tey, sum fáa børnini á stovnin, tey hava raðfest sum munnar tvey, ella trý, kunnu søkja um at fáa børnini á stovnin, tey hava raðfest sum nummar eitt og so fáa tey tað, tá ið pláss er, sigur Heðin Mortensen
? Men taka foreldur av einihvørji orsøk ikkiav einum ansingartilboði, verður barnið ikki flutt afturum á bíðilistanum, leggur hann afturat.
Býráðið skuldi viðgera málið í gjárkvøldið, men úrslitið var ikki geitt, tá ið blaðið fór til prentingar