Í fjør var eitt sindur ógreitt, hvør hevði atkvøðurætt á aðalfundinum, men nú er uppskot um broytingar í viðtøkunum, so hesin ivi kann verða beindur burtur eina ferð fyri allar.
Sambært uppskotið hava øll limafeløg í FSF eina atkvøðu á aðalfundinum, uttan so at tey ikki hava fíggjarviðurskifti síni mótvegis Fótbóltssambandinum í lagi, tí tá hava tey ikki atkvøðurætt. Haraftrat fáa feløg, sum í farna kappingarári høvdu eitt vaksnamannalið og eitt ungdómslið eina atkvøðu aftrat. Her verða oldboys ella oldgirls ikki roknað upp í vaksnamannalið.
Ein onnur broyting verður, at valskeiðið hjá bæði forseta og starvsnevndarlimum verður longt. Tó verður hesa ferð galdandi, at valskeiðið hjá sitandi starvsnevndarlimum og forsetanum verður longt til 2013. Varaforsetin skal ikki veljast á aðalfundinum, men starvsnevndin skipar seg við varaforseta og limum í undirnevndum.