Skiftust um at stjala frá Hvonn

Ein maður, sum var fyri í grundlógarhoyri í dag, var skuldsetur fyri millum annað at hava utvegað sær lykil til ølgoymsluna hjá matstovuni Hvonn fyri at stjala øl Maðurin greiddi frá, at tað als ikki bara var hann, sum hevði verið inni á ølgoymsluni hjá Hvonn og tikið øl.

- Lykilin hevur verið á minst 30-40 hondum, segði maðurin.

Hann visti at siga, at ein maður hevði funnið lykilin í Vágsbotni og lænt lykilin út. Hvør tann maðurin var og hinir, sum høvdu brúkt lykilin, vildi hann ikki siga.